Tríggir ávirkaðir bilførarar

01.04.2023 - 11:17
Aktuelt
Tríggir ávirkaðir bilførarar
Í einum føri var illgruni um rúsdrekkakoyring og í tveimum førum um, at rúsdrekka og/ella onnur rúsevni ella heilivágur var uppií.
Mynd: Scanpix  
 

Í gjárkvøldið var eitt lítið ferðsluóhapp við Hotel Brandan í Havn, har ein bilur rendi á bilin frammanfyri. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men nakað av materiellum skaða var. Førarin av bilinum, sum rendi á, kann vænta sær eina bót og eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna.

Í nátt hevur politiið í trimum førum havt fatur á bilførarum, sum vóru undir illgruna fyri at koyra bil, meðan teir vóru ávirkaðir – eina ferð í Havn og tvær ferðir í Hoyvík. 

Í tí eina førinum var illgruni um rúsdrekkakoyring, og í hinum báðum førunum var illgruni um, at rúsdrekka og/ella onnur rúsevni ella heilivágur var uppií. Blóðroynd er tikin av øllum trimum bilførarunum, verður sagt av politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. desember
Morgunlestur leygardagur 2. desember 2023
166217
Fríggjadag 1. desember
Vikuskiftið 1 des 2023
166809
Fríggjadag 1. desember
Biit 1.desember 2023
166802
Fríggjadag 1. desember
Harðskapur og versnandi livikor
166780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490