Opið sum vant sunnunátt tó uttan tónleik

09.04.2023 - 09:26
Aktuelt112
Opið sum vant sunnunátt tó uttan tónleik
Politiið var fjølment í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið og í nátt, bæði úti og inni
Fólk hava loyvi at drekka, men uttan tónleik afturvið. Eingin brot á halgidagslógina vóru staðfest í nátt.tse
 

Politiið var fjølment í miðbýnum í Havn í gjárkvøldið og í nátt, bæði úti og inni.

Skeinkistøðini vóru opin sum vant leygarkvøld og sunnunátt, hóast páskadagur er.

Tað hava tey loyvi til, men tey mugu ikki hava tónleik ella annað undirhald.

Og tað høvdu tey heldur ikki, sigur politiið, sum var á skeinkistøðunum í nátt.

Bilur endaði á takinum

Sum heild var friðarligt í náttarlívinum, sambært politinum. 

Nógvir bilar vóru steðgaðir, men heldur ikki har var nakað at finnast at.

Men tíðliga seinnapartin í gjár fór ein bilar út av vegnum norðan fyri Langasand í Streymoynni.

Hann endaði á takinum. Bilførarin fekk ikki skaða, men hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262