Maður álopin á veg heim

16.04.2023 - 10:25
Aktuelt112
Maður álopin á veg heim
Tvey fólk lupu í gjáranáttina á ein mann, sum var á veg heim úr býnum í Havn.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau  
 

Millum klokkan trý og fýra í gjáramorgunin varð ein ungur maður álopin í Vesturbýnum í Havn.

Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Maðurin var á veg heim úr býnum, tá hann møtti fýra ungum fólkum - tveimum monnum og tveimum kvinnum - og varð álopin av tveimum teirra.

Álopni maðurín kendi ikki fólkini, sigur politiið.

Ungi maðurin hevur fingið tannskaða, blátt eyga og aðrar snuddir, og hann hevur meldað hendingina.

Politiið kannar nú málið og heitir á fólk um at siga sær frá, um tey hava sæð hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262