- Tíðindi, mentan og ítróttur
Humor er av alstórum týdningi
19.04.2023 - 14:32
Mentan›Myndlist
Humor er av alstórum týdningi
Tað sigur Edward Fuglø, listamaður, sum í fýra nýggjum steinprentum viðger ríkisfelagsskapin

Á sín serliga hátt hevur listamaðurin Edward Fuglø ofta eygleitt og gjørt sínar viðmerkingar til ymisk samfelagsviðurskifti, og hesa ferð er tað ríkisfelagsskapurin, sum stendur fyri skotum.
Hesi fýra nýggju verkini innihalda ymisk viðurskifti, ið á fjølbroyttan hátt eru eyðkend fyri Føroyar, Grønland og Danmark, samstundis sum globaliseringin og spenta støðan í Europa í dag eisini hevur fingið innivist.
Í samrøðuni greiðir Edward frá eitt nú hugskotinum til verkini, og hvussu komið verður fram til endaliga úrslitið.
Tú kanst hoyra samrøðuna her!
1592993
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV