Fleiri klipp og trý mistu kortið

22.04.2023 - 10:08
Aktuelt112
Fleiri klipp og trý mistu kortið
Fleiri fingu klipp í koyrikortið og tvey mistu tað, tá politiið gjørdi ferðslukanningar í Eysturoynni fyrrapartin í gjár, og ein misti kortið fyri rúsdrekkakoyring.
 

Ferðsludeildin hjá politinum gjørdi millum annað kanningar við fólkaskúlar, og har fingu sjey klipp í koyrikortið fyri at koyra við børnum undir 15 ár, sum ikki sótu í trygdarbelti.

Politiið gjørdi eisini ferðamátingar í Eysturoynni og í tí sambandi mistu tveir førarir koyrikortið og tríggir fingu klipp í koyrikortið.

Fyri at missa koyrikortið skalt tú koyra 30 prosent skjótari enn loyvt er. Til dømis 88 km/t, har tað bara er loyvt at koyra 50 km/t.

Ein bilførari var tikin fyri at koyra við kenning.

Revsingin fyri at koyra ávirkaður er treytaleys frákenning av koyrikortinum, um promillan er millum 0,2 og 0,5. Er promillan yvir 2, fær førarin fongslulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262