
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eisini skuldsettur fyri at hava dripið Emilie Meng
26.04.2023 - 13:11
Aktuelt›Útheimurin
Eisini skuldsettur fyri at hava dripið Emilie Meng
Løgreglan hevur kannað líknandi mál, og tað er í hesum sambandi, at 32 ára gamli maðurin eisini er skuldsettur fyri dráp

Kim Kliver, politiinspektørur, og Rune Nilsson, varapolitiinspektørur, hjá løgregluni í Suðursælandi og Lolland-Falster, á tíðindafundi fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix
Danska løgreglan hevur nú skuldsett 32 ára gamla mannin, sum er varðhaldsfongslaður fyri at hava frælsistikið og neyðtikið eina 13 ára gamla gentu í Kirkerup 13. apríl, fyri eisini at hava frælsistikið, neyðtikið og dripið 17 ára gomlu Emilie Meng í 2016.
Tað bleiv kunngjørt á tíðindafundi fyrrapartin.
Emilie Meng var dripin í 2016.
Síðani 32 ára gamli maðurin var handtikin, hevur løgreglan kannað onnur líknandi mál, og tað er í tí sambandi, at hann nú er skuldsettur fyri at hava dripið Emilie Meng í 2016.
Hoyr innslag útvarpstíðindunum:
26042023_Tidindafundur_um_Meng
Verjin hjá 32 ára gamla manninum, Karina Skou, sigur við Ritzau, at maðurin noktar seg sekan í teimum nýggju skuldsetingunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV