Býráðshúsið í Klaksvík verður umvælt fyri 6,7 milliónir kr.

27.04.2023 - 09:36
AktueltPolitikkur
Býráðshúsið í Klaksvík verður umvælt fyri 6,7 milliónir kr.
Umvælingin verður liðug í 2026
Soleiðis fara býráðshúsini í Klaksvík at síggja út, tá umvælingin er liðug.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 

Ein partur av fyrsta byggistigi av umvælingini av býráðshúsinum í Klaksvík má bíða til næsta ár. 

Býráðið skal í dag taka støðu til tilmæli um at dagføra tekjuna í ár og bíða við suðurskjøldrinum til næsta ár.

Tvær milliónir krónur eru tøkar til umvælingarnar í ár.

Umvælingararbeiðið, tá suðurskjøldurin er við, er mett at kosta 3,5 mió.kr.

Øll verkætlanin er mett at kosta 6,7 mió.kr.

Tá er roknað við, at hon er liðug í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 4. desember
At leggja hond á er harðskapur
166869
Mánadag 4. desember
Góðan morgun Føroyar 04.12.20.2023
166868
Mánadag 4. desember
Møti: Møti í Betesda í Klaksvík.
166853
Mánadag 4. desember
Morgunlestur mánadagur 4. desember 2023
166845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740