Nýtt koronufrábrigdi í Noregi

27.04.2023 - 11:30
AktueltHeilsa
Nýtt koronufrábrigdi í Noregi
Arcturus er frábrigdi frá omikron
Nýggja koronufrábrigdið eitur Arcturus. Tað er eisini staðfest í Noregi.
 

Koronufrábrigdið Arcturus, sum í løtuni ger um seg í India, er eisini staðfest í Noregi. 

Frábrigdið spjaðir seg skjótt.

Higartil eru fimm tilburðir av Arcturus staðfestir í  Noregi. 

Arcturus er frábrigdi frá omikron.

Norski heilsustovnurin FHI væntar, at Arcturus fer at gera um seg í Evropa og Noregi, men fleiri lond gera so at siga ongar koronukanningar nú. 

Í Føroyum verða koronukanningar ikki gjørdar longur, annað enn í serligum føri.

Av tí at koronusmittan ikki er í vøkstri, verður heldur ikki nágreinað, hvat frábrigdi talan er um, um smittan verður staðfest, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740