- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur í harðskapsmáli fellur hósdagin
08.05.2023 - 09:24
Aktuelt›112
Dómur í harðskapsmáli fellur hósdagin
Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir

Menninir eru ákærdir fyri at hava sligið ein mann í høvdið við fløsku.
Hósdagin fellur dómur í revsimálinum móti trimum ungum monnum, sum eru ákærdir fyri grovan harðskap.
Ein maður aftrat var ákærdur, men tá málið var í Føroya rætti hósdagin, komu upplýsingar fram, sum fekk ákæruvaldið at krevja mannin frídømdan.
Allir menninir nokta seg sekar.
Ákæruvaldið krevur treytaleysa fongsulsrevsing í tríggjar mánaðir.
Menninir eru ákærdir fyri at hava sligið ein mann í høvdið við fløsku. Maðurin fekk skurð, sum neyðugt var at seyma.
Hetta skal vera hent í Havn tíðliga nýggjársmorgun í fjør.
Tá vóru teir fýra menninir allir yngri enn 18 ár.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV