Kringvarpið vísir Eurovision Song Contest 2023

Um KVFTíðindi
Kringvarpið vísir Eurovision Song Contest 2023
Bæði undanumførini og finalan verða víst beinleiðis í sjónvarpinum og stroymd á kvf.fo
Mynd: Ida Marie Odgaard / Ritzau Scanpix  
 
05/09/2023 - 14:35

Eftir drúgvar samráðingar við bæði European Broadcasting Union (EBU) og DR hevur Kringvarpið fingið rættindini til at samsenda Eurovision Song Contest 2023 saman við DR. Báðar hálvfinalurnar ávikavist týskvøldið 9. mai og hóskvøldið 11. mai og síðani finalan leygarkvøldið 13. mai verða sendar í sjónvarpinum og stroymdar á kvf.fo.

Eurovision Song Contest er størsta og elsta tónleikakapping í heiminum. Evropasangkappingin verður í ár send beinleiðis úr Liverpool í Onglandi við luttakarum úr í alt 37 londum. Bara 10 av í alt 15 londum, ið presentera sín sang í fyrru hálvfinaluni, fara víðari til ta stóru finaluna leygarkvøldið.

Í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið verður avgjørt, um Danmark sleppur at luttaka í stóru finaluni leygardagin. Í ár er umboðið fyri Danmark føroyski sangarin Rani Petersen við listanavninum Reiley. Hann fer á pallin við sanginum 'Breaking My Heart'.
 

Føroyskt toymi sigur frá kappingini

Fýra starvsfólk úr Kringvarpinum hava lagt leiðina til Liverpool at siga frá sangkappingini. Teir eru Eyðfinn Jensen, Uni Leitisstein Hansen, Rúni Jákupsson og Bjarni Árting Rubeksen, fotografur. Teir fýra tryggja, at føroyingar kunnu fylgja við í Eurovision Song Contest 2023 við innsløgum og samrøðum í útvarpinum og myndafrásagnum á heimasíðu Kringvarpsins. 


Skráin fyri Eurovision

Kringvarpið sendir øll trý kvøldini við Eurovision beinleiðis í sjónvarpinum. Eisini ber til hjá fólki, ið eru stødd í Føroyum, at stroyma á kvf.fo.

- Fyrra hálvfinala: Í kvøld, týsdag 9. mai, kl. 20-22.15

- Seinna hálvfinala: Hóskvøldið 11. mai kl. 20-22.15

- Finala: Leygarkvøldið 13. mai kl. 20-00.10

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. desember
Vikuskiftið 1 des 2023
166809
Fríggjadag 1. desember
Biit 1.desember 2023
166802
Fríggjadag 1. desember
Harðskapur og versnandi livikor
166780
Fríggjadag 1. desember
Góðan morgun Føroyar 01.12.2023
166768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490

Um kvf css