Reiley: "Eg skal í finaluna"

10.05.2023 - 08:31
MentanTónleikur
Reiley: "Eg skal í finaluna"
Rani Petersen úr Havn hevur góðar vónir og ætlar sær í Eurovision-finaluna, tá hann í annaðkvøld fer á pallin í seinnu hálvfinaluni í Liverpool Arena
Reiley á langmottu-tiltaki sunnudagin. Klæðini eru tey, ið Reiley verður í í annaðkvøld
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 

Eurovision-luttøkan er sera krevjandi fyri luttakararnar. 

Tað viðgongur Rani Petersen úr Havn, sum í annaðkvøld fer at skriva føroyska tónleikasøgu, tá hann sum fyrsti føroyingur trínur út á stóra Eurovision-pallin sum solistur. 

Rani Petersen, ella Reiley, sum hann kallar seg í tónlistahøpi, viðgongur, at tað hevur verið stressandi at umboða Danmark í Eurovision-sangkappingini. 

 

Hvíld upp undir stóra dagin

Seinastu dagarnar hevur Reiley brúkt til at hvíla seg eitt sindur og blíva klárur til bæði hóskvøldið, men eisini allar royndirnar, sum hann skal ígjøgnum hesar næstu dagarnar. 

Rani Petersen, ið hevði avlýst allar samrøður týsdagin, gav sær tó tíð at práta við Kringvarp Føroya. 

Hann hevur góðar vónir og heldur seg hava størstu pallsetingina í ársins Eurovision-sangkapping. 

Reiley_um_Eurovision_09052023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. desember
Morgunlestur leygardagur 9. desember 2023
166850
Fríggjadag 8. desember
Vikuskiftið 8. des 2023
167155
Fríggjadag 8. desember
Biit 8. Desembur 2023
167141
Fríggjadag 8. desember
Breddin: Eitt ár síðan valið
167118
Fríggjadag 8. desember
«Tit vita hvørki dagin ella tíman!»
167111
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. desember
Veðrið
167147
Hósdag 7. desember
Sært tú meg 4:4
167093
Mikudag 6. desember
Úr savninum: Haruveiða í felag
135726
Týsdag 5. desember
Hin rusuti á Kilimanjaro (5:8)
167000