Spælskiparin er klárur aftur

15.05.2023 - 20:42
ÍtrótturFótbóltur
Spælskiparin er klárur aftur
Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur verið uttanfyri við krossbandsskaða í meir enn eitt ár, er nú klárur at spæla aftur og er við í hópinum hjá Fredrikstad FK í morgin
Reytt og hvítt: Brandur Hendriksson Olsen er klárur at spæla fyri Fredrikstad FK
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 

 - Jeg er tilbake.

Soleiðis ljóða stuttu twitter-boðini frá Brandi Hendriksson Olsen til viðhaldsfólkini hjá Fredrikstad FK.

Føroyski landsliðsmiðvallarin í fótbólti hevur sitið uttanfyri við einum krossbandsskaða í meir enn eitt ár, men verður við í dystarhópinum hjá norska 1. deildarliðnum til dystin ímóti KFUM Fotball í morgin sambært twitter-vanganum hjá Fredrikstad.

Liðið hjá Mikkjali Thomassen, har Jóannes Bjartalíð eisini spælir, liggur í løtuni á 5. plássi. Teir reyðu og hvítu eru ósigraðir, men hava spælt fimm javnleikir og vunnið tveir dystir higartil.

Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur spælt 50 dystir fyri føroyska landsliðið, var skaddur, tá hann skrivaði undir sáttmála við Fredrikstad í januar men ítróttastjórin hjá felagnum segði, at skálvíkingurin kortini var verdur at satsa upp á.

 - Hann er so mikið góður, at hann er verdur at satsa upp á, hóast hann hevur havt drúgvar skaðar, segði Joacim Heier, og nú er føroyski spælskiparin klárur at fara á vøllin aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Hósdag 1. juni
RagnarRokk 1.juni 2023
157074
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Peter Friestedt um Carrie
157071
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Sam Riffer um Revelation
157072
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858