
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vónin 54 milliónir í avlopi í fjør
15.05.2023 - 09:48
Aktuelt›Vinna
Vónin 54 milliónir í avlopi í fjør
Sølan hjá samstakinum vaks 68 milliónir kr. í fjør, men samlaða úrslitið var tó heldur minni enn í fyrraárið

Størsti parturin av søluni hjá Vónini er til útlendskar marknaðir.
Mynd: Vónin
Úrslitið hjá Vónini í fjør var 54 milliónir kr.
Sølan hjá samstakinum vaks 68 milliónir kr. í fjør, men samlaða úrslitið var tó heldur minni enn í 2021.
Orsøkin er øktar lønarútreiðslur, inflatiónin, og kostnaðurin fyri tilfar er eisini hækkaður, sigur Vónin tíðindaskrivi.
Sølan uttanlands veksur støðugt.
Í fjør vóru næstan 75 prosent av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttan fyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av allari søluni.
Vónin-samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noreg, Litava og nýliga eisini í Skotlandi.
Vónin hevur eisini virksemi í Litava. (Mynd: Vónin)
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV