Jákup Petur fór undan á einkultstartinum

18.05.2023 - 08:04
ÍtrótturAnnar ítróttur
Jákup Petur fór undan á einkultstartinum
Jákup Petur Eliassen var næstan tveir minuttir betri enn hinir, tá fyrsti teinur av súkklukappingini 'Leif Mohr Kring Føroyar' var í gjár. Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv
Flúgvandi byrjan: Jákup Petur Eliassen vann einkultstartin sannførandi
Mynd: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar  
 

Jákup Petur Eliassen súkklaði seg til eina leiðslu upp á smáar tveir minuttir, tá fyrsti teinur av Kring Føroyar-súkklukappingini var á skránni í gjár.

Vinnarin frá í fjør var favorittur til 24 kilometur langa einkultstartin frá Runavík inn á Skálabotn og aftur, og tað livdi hann upp til við manér. 

Jákup Petur Eliassen kom fyrstur á mál við tíðini 37,19.1 minuttir, meðan Andrass Joensen (+1,47.1) var nummar tvey, og Hilmar Hansen (+2,50.5) endaði á triðja plássi.

Hjá kvinnum var eingin ivi. Har kappaðust bert fýra í gjár, og royndi triatleturin, Súsanna Skylv, var í einum flokki fyri seg. Hon vann við tíðini 40,18.6 góðar tíggju minuttir framman fyri Janu Egholm og Anidu Johannesen.

Annar teinurin verður súkklaður í dag. Talan er um súkkling á landavegi úr Norðskála, um Eiðisskarð, um Gøtueiði, til Leirvíkar og síðan til Klaksvíkar. 

Samanlagt fimm teinar eru í kappingini, sum endar í Havn sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858