Jákup Petur tvífaldaði leiðsluna

19.05.2023 - 10:22
ÍtrótturAnnar ítróttur
Jákup Petur tvífaldaði leiðsluna
Hinir megnaðu ikki at fylgja Jákup Peturi Eliassen, sum fór undan, hóast hann var einsamallur í útbroti. Annar teinur av Kring Føroyar-kappingini var í gjár
Solo: Jákup Petur Eliassen súkklar undan øllum í Kring Føroyar-kappingini
Mynd: Ólavur Frederiksen / Leif Mohr Kring Føroyar  
 

Jákup Petur Eliassen tvífaldaði sína leiðslu, tá annar teinur av Leif Mohr Kring Føroyar-súkklukappingini var í gjár.

Favoritturin fór undan øllum og vann framman fyri Gunnari Dahl-Olsen og Hilmari Hansen, skrivar Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag. Nú er Jákup Petur Eliassen umleið fýra minuttir frammanfyri nummar tvey. 

Byrjað var í Norðskála, síðan gekk leiðin um Eiðisskarð, síðan Gøtueiði, til Leirvíkar og á mál í Klaksvík.

Jákup Petur Eliassen leyp á beinanvegin saman við Hilmari Hansen og Boga Gregersen. Skjótt vóru Hilmar og Bogi súkklaðir inn aftur, men Jákup Petur Eliassen heldur økti um leiðsluna, hóast ein bólkur arbeiddi saman um at fáa hann aftur.

Hilmar Hansen var ágangandi og royndi seg við álopum um Gøtueiði og í undirsjóðartunlinum, men slapp ikki avstað, og var yvirhálaður av Gunnari Dahl-Olsen, sum endaði nummar tvey, góðar tveir minuttir aftanfyri vinnaran. Dystin um triðja plássið vann Hilmar Hansen á Andrassi Joensen.

Hjá kvinnum hevðu suverena Súsanna Skylv bert eina at kappast ímóti og van sanførandi. 

Í dag skal súkklast á Sandoynni, har triði teinurin byrjar klokkan 15:00. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Hósdag 1. juni
RagnarRokk 1.juni 2023
157074
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Peter Friestedt um Carrie
157071
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Sam Riffer um Revelation
157072
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858