Jákup Petur vann triðja teinin á rað

20.05.2023 - 08:53
ÍtrótturAnnar ítróttur
Jákup Petur vann triðja teinin á rað
Eisini á Sandoynni vann Jákup Petur Eliassen, tá triði teinur í Leif Mohr Kring Føroyar-súkklukappingini var fríggjadagin
Hattrikk: Jákup Petur Eliassen hevur nú vunnið tríggjar av fimm teinum Kring Føroyar
Mynd: Ólavur Frederiksen / Leif Mohr Kring Føroyar  
 

Hattrikk til Jákup Petur Eliassen.

Tað var niðurstøðan eftir triðja tein í Kring Føroyar-súkklukappingini, sum var á fríggjadagin.

Vinnarin frá í fjør er væl fyri, og hevði vunnið bæði einkultstart og fyrsta landavegsteinin, og soleiðis endaði eisini á Sandoynni.

Mesta mótstøðan kom frá Hilmari Hansen, men Jákup Petur Eliassen var sterkari á Brekkuni stóru, fór undan og vann við umleið 40 sekundum.

Andrass Joensen, Bogi Gregersen og Gunnar Dahl-Olsen høvdu súkklað saman stóran part av teininum, og trídystin millum teirra vann Gunnar Dahl-Olsen.

Súsanna Skylv hevði onga at kappast ímóti á Sandoynni, men súkklaði væl og kom á mál við tíðini 2:13:47.1. 

Jákup Petur Eliassen er fremst samanlagt. Hann hevur brúkt fýra tímar og 35 minuttir um teir tríggjar teinarnar, og munurin niður til 2. plássið er seks minuttir. Tískil skal okkurt serligt til, um hann skal missa sigurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Hósdag 1. juni
RagnarRokk 1.juni 2023
157074
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Peter Friestedt um Carrie
157071
Hósdag 1. juni
RagnarRokk: Sam Riffer um Revelation
157072
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858