Jákup Petur einaráðandi

21.05.2023 - 10:20
ÍtrótturAnnar ítróttur
Jákup Petur einaráðandi
Jákup Petur Eliassen staðfesti sína oddastøðu, tá fjórði teinur av Kring Føroyar-súkklunkappingini var súkklaðu í Suðuroynni í gjár
Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen í útbroti
Mynd: Bjartur Vest  
 

Jákup Petur Eliassen vann fjórða teinin á rað, tá súkklað varð í Suðuroy i gjár. 

Súkklað var av Tvøroyri, til Hvalba, til Øravík, um Hovsegg, til Hov, til Porkeri, til Vágs, til Lopara og síðan gjøgnum Sumbiarbergholið. Vent var í Sumba og so gekk leiðin aftur gjøgnum tunnilin, og á mál í Vági. 

Eins og undanfarin ár, so var málið við Effostøðina í Vági. 

Jákup Petur Eliassen, brúkti 2 tímar, 7 minuttir og 15 sekund um teinin.

Sum á øðrum teinum fóru hann og Hilmar Hansen frá tíðliga, men Jákup Petur Eliassen fór undan, og Hilmar Hansen mátti savna seg um at verja annað plássið, sum Bogi Gregersen, Casper Rosen, Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen í samstarvið royndu eftir.

Tað kláraði Hilmar Hansen, og Gunnar Dahl-Olsen fekk tryggjaði sær triðja plássi í tvídysti við Boga Gregersen.

Súsanna Skylv var aftur einsamøll kvinna og súkklaði væl. Kemur hon á mál í dag. er hon samlaður vinnari - ógvuliga sannlíkt saman við Jákup Peturi Eliassen, sum er greitt á odda. 

Í dag klokkan 13:00 byrjar síðsti teinur í kappingini. Súkklað verður úr Tjørnuvík til Havnar. Leiðin gongur gjøgnum Kaldbakstunnilin og síðan niðan á Háls í Havn, har málið er uttanfyri bygningin hjá Leif Mohr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858