Donald Trump aftur stevndur

23.05.2023 - 10:49
AktueltÚtheimurin
Donald Trump aftur stevndur
Nú vil rithøvundurin, E. Jean Caroll, hava víðkað stevningina í einum øðrum máli móti fyrrverandi forsetanum
Fyrr í hesum mánaðinum var Trump dømdur sekur  fyri kynsligan harðskapi og ærumeiðing móti rithøvundinum, E. Jean Carroll. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er aftur stevndur, hesa ferð fyri at siga ósatt. 

Fyrr í hesum mánaðinum var Trump dømdur sekur  fyri kynsligan harðskapi og ærumeiðing móti rithøvundinum, E. Jean Carroll. 

Hann skal rinda henni tilsamans 52 milliónir dollarar í endurgjaldi, avgjørdi nevningatingið í sivila rættarmálinum. 

Trump hevur kært dómin.

Nú hevur E. Jean Carroll víðkað stevningina í einum øðrum máli móti Trump, sum hevur verið í rættarskipanini síðani 2019.

Hon vil hava við í stevningina tað, sum Trump segði á veljarafundi 10.mai, dagin eftir at hann var dømdur. Har tók hann uppaftur, at hann ongantíð hevði hitt Carroll, og hann skuldsetti hana fyri at lúgva.

Hann skemtaði eisini um ákæruna, og segði m.a. at Carroll er garvill.

- Tað er háðan móti dóminum í nevningatinginum og móti rættarskipanini, at hann kann halda fram við at endurtaka somu ærumeiðandi útsagnir, sigur advokaturin hjá Carroll, Roberta Kaplan, í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262