Føroyingur í Danmark ákærdur fyri dráp

24.05.2023 - 16:03
Aktuelt112
Føroyingur í Danmark ákærdur fyri dráp
Ákærin mælir til, at maðurin skal í forvaring á psykiatriskari deild
Málið móti 31 ára gamla manninum verður væntandi viðgørt í nevningatingi í rættinum í Hillerød. (Savnsmynd)
 

Ein 31 ára gamal føroyingur, sum býr í Danmark, er ákærdur fyri dráp, eldáseting, álop á løgreglufólk og fyri at ætla at selja rúsevni. 

Ákærin mælir til, at maðurin skal í forvaring á psykiatriskari deild.

Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið eina 60 ár gamla kvinnu, og tað játtaði hann seg sekan í í grundlógaravhoyring 7.august í fjør.

Í ákæruritinum verður ikki sagt, hví hann drap kvinnuna, og tí er framvegis ógreitt, um maðurin og kvinnan kendust, áðrenn drápið var framt.

Maðurin er ákærdur fyri at hava sligið, sparkað og trampað á kvinnuna, kvalt hana, og fyri at hava stungið og sært hana 25 ferðir.

Danskir miðlar skriva, at málið verður væntandi viðgjørt í nevningatingi í rættinum í Hillerød.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Fríggjadag 2. juni
Góðan morgun Føroyar 02.06.2023
157832
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Hósdag 1. juni
RagnarRokk 1.juni 2023
157074
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. juni
Veðrið
157861
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858