Løgmaður: Eingin ósemja um arbeiðið í Sandoyartunlinum

24.05.2023 - 08:17
AktueltPolitikkur
Løgmaður: Eingin ósemja um arbeiðið í Sandoyartunlinum
Aksel V. Johannesen hevur svarað fyrispurningi frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni
Løgmaður sigur, at í løtuni er eingin ósemja um at gera sjálvan tunnilin lidnan. (Savnsmynd)
 

Einki bendir í løtuni á, at Sandoyartunnilin ikki verður liðugur til sáttmálasettu tíðarfreistina, sum er á nýggjárinum. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann.

Hann spurdi, um ósemja er millum Eysturoyar- og Sandoyartunnil og NCC um at gera  Sandoyartunnilin lidnan.

Jacob Vestergaard spurdi eisini, um NCC drálar við at gera Sandoyartunnilin lidnan, og um undirarbeiðstakarar ikki sleppa framat, fyrr enn NCC er liðugt við sítt arbeiði.

Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið skjótari enn tíðarætlanin.

Ósemja skal vera um møguligt bonus til NCC, um NCC letur tunnilin fyri ásettu tíðina.

Løgmaður svarar, at í løtuni er ikki nøkur ósemja um at gera sjálvan tunnilin lidnan.

Hann sigur eisini, at undirarbeiðstakarar hava verið í Sandoyartunlinum eftir avtalu við  høvuðsarbeiðstakaran, NCC. 

Ætlandi fara teir aftur í tunnilin, tá arbeiðið hjá høvuðsarbeiðstakaranum er komið longri.  

Í løtuni riggar tann eini undirarbeiðstakarin seg til uttan fyri tunnilin á Gomlurætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. september
Morgunlestur hósdagur 28. september 2023
163208
Mikudag 27. september
Søgan um Waylon Jennings (4:6)
163441
Mikudag 27. september
Merking 3. partur
163421
Mikudag 27. september
Góðan morgun Føroyar 27.09.23
163413
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137