O, móðurlandið!: Kanska um hundrað ár

25.05.2023 - 15:48
Mentan
O, móðurlandið!: Kanska um hundrað ár
Eitt nýkomið sjálvstýrisrák andar yvir Grønlandi, meðan spurningurin í Føroyum um at gera seg leysar av ríkisveitingini ikki tykist so viðkomandi longur
Aki-Matilda Høegh-Dam, grønlendskt umboð á Fólkatingi, talaði á grønlendskum á Fólkatingsins røðarapalli, tá ríkisfelagsskapurin fyri stuttum var til umrøðu á Fólkatingi. Hon er ímyndin av spírandi sjálvstýrisvekingini í Grønlandi.
 

Í kvøld eftir Dag og viku er sætti og seinasti partur av sendirøðini "O, móðurlandið" á skránni. 

Eftir at fullveldislandsstýrið syndraðist tíðliga í nýggju øldini, fánaði tann sjálvstýrislogin, sum hevði fingið føroyingar at droyma um fult tjóðarfrælsi.

Í 2011 situr Sambandsflokkurin aftur við ræðið í Tinganesi. Nú verður farið undir at tiðna blokkin og biðja um meiri pening úr Danmark.

Men viðurskifti okkara og Danmarkar ímillum gerast spent, tá ES í 2013 boykottar Føroyar fyri at hava kannað sær ov stóra makrelkvotu. Danmark stongir sínar havnir fyri føroyskum skipum, so at tey ikki sleppa at landa. Hetta fær føroyingar at økja samhandilin við Russland. 

Framburðurin seinastu árini - búskaparliga og vinnuliga - hevur verið so stórur, at Føroyar teljast nú millum ríkastu samfeløgini í heiminum. Men stórur partur av hesum nýríkidømi er ogn hjá privatum vinnurekandi, og ikki fæ hjá landinum at fíggja fullveldistøkuna við.

Meðan eitt nýkomið sjálvstýrisrák andar yvir Grønlandi, tykist spurningurin í Føroyum um at taka størri ábyrgd av sær sjálvum og gera seg heilt leysan av donsku ríkisveitingini ikki so viðkomandi longur.

Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska heldur styrknað enn viknað síðan aldaskiftið.

 
REY03926_OK

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. desember
Morgunlestur fríggjadagur 1. desember 2023
166216
Hósdag 30. november
RagnarRokk 30. november 2023
165695
Hósdag 30. november
RagnarRokk: Chris Vos um The 4th Album
165691
Hósdag 30. november
RagnarRokk: CC McKenna um Initation
165692
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469