- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funnu umleið 10 kilo av hassji í persónbili
25.05.2023 - 16:11
Aktuelt›Samfelag
Funnu umleið 10 kilo av hassji í persónbili
Tilsamans eru trý fólk handtikin í málinum

Løgreglan og Taks funnu í einum felags átaki í gjárkvøldið umleið 10 kilo av hassji í einum persónbili í Havn.
Tað upplýsir Føroya Politi.
Ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin.
Ein maður aftrat var handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum.
Øll trý fólkini komu fyri rættin í grundlógaravhoyring seinnapartin.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18. Tá verður samrøða við Hera Andreassen, leiðara á kanningardeildini hjá løgregluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV