Nú er skrivað undir skeytini um Frælsið og Hoydalar

25.05.2023 - 14:43
AktueltSamfelag
Nú er skrivað undir skeytini um Frælsið og Hoydalar
Landið fær Frælsið at byggja kampus á, og Tórshavnar kommuna fær brúksrætt til ognirnar í Hoydølum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hava nú skrivað undir skeytini, har landið og kommunan gera gerðabýti um Frælsið og Hoydalar.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, skrivaðu í dag undir skeyti, um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti, um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum eru Grái skúlabygningurin og lonirnar.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna í dag. 

Á Frælsinum skal landið byggja nýtt kampus til Fróðskaparsetur Føroya.

 

20.000 fermetrar

Ætlanin er at byggja byggja tríggjar bygningar, sum verða tilsamans 20.000 fermetrar, og at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av kampus.

Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin at alt Fróðskaparsetrið skal halda til á Frælsinum og Debesartrøð. 

Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru fingin um matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið báðir partar hava skrivað undir endaliga skeytið.

 

Kunnu brúka ognirnar beinanvegin

Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin, og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemið skal verða í Hoydølum.

Í avtaluni er ásett, at ognirnar bara mugu brúkast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu.

Einki nýtt virksemi verður á ognini, tað er nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Fríggjadag 2. juni
Góðan morgun Føroyar 02.06.2023
157832
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. juni
Veðrið
157861
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858