Skipið, ið fór á land í Suez-veitini, leyst aftur

25.05.2023 - 08:38
AktueltÚtheimurin
Skipið, ið fór á land í Suez-veitini, leyst aftur
190 metrar langa og 32,3 metrar breiða farmaskipið Xin Hai Tong 23 sigldi í morgun á land í Suez-veitini. Skipið er leyst aftur
Mynd: Kelda: MarineTraffic  
 

Eitt skip fór í morgun á land í Suez-veitini. 

Skipið, ið talan var um, eitur "Xin Hai Tong 23" og er 190 metrar langt og 32,3 metrar breitt.

Sleipibátar fingu tó skipið leyst aftur og hava ført tað út í Reyðahavið aftur. 

Í mars í 2021 var proppur í Suez-veitini í seks dagar, tá farmaskipið Ever Given rendi á land.

Tað hevði stóra ávirkan á altjóða handilin, tí onnur farmaskip ikki sluppu gjøgnum farleiðina.

Tá farmaskipið tá varð leyst aftur eftir seks dagar, lógu yvir 400 skip í bíðirøð. 

Suez-veitin er menniskjaskapt og samantvinnar Miðjarahavið og Reyðahavið.

Suez-veitin er skjótasta farleið sjóvegis millum Asia og Evropa. 

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Fríggjadag 2. juni
Góðan morgun Føroyar 02.06.2023
157832
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. juni
Veðrið
157861
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858