Næstu dagarnir verða avgerandi fyri, um breið semja fæst

26.05.2023 - 13:24
AktueltPolitikkur
Næstu dagarnir verða avgerandi fyri, um breið semja fæst
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur fyrrapartin verið til ráðførslu í Uttanlandsnevndini um samstarvið við Russland
Uttanlandsnevndin á fundi fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

- Næstu dagarnir fara at vísa, um breið, politisk semja fæst um, hvørja støðu Føroyar skulu hava til samstarvið við Russland.

Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini, eftir samráð við landsstýrismannin fyrrapartin.

Uttanlandsnevndin hevur fyrrapartin viðgjørt frágreiðingina hjá landsstýrinum um føroyska samstarvið við Russland.

Við frágreiðingini er tilmæli um, hvat landsstýrið ætlar at gera við samstarvið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var í ráðførslu, og við honum vóru eisini Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Sambært Høgna Hoydal er semja í samgonguni um tað, sum landsstýrið ætlar.

Skal fiskivinnusamstarvið við Russland broytast ella steðgast, skal løgtingið samtykkja tað. Tí skal landsstýrismaðurin í løgtingið við lógaruppskoti um tað.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Bjarna Hammer, formann í Uttanlandsnevndini, í útvarpstíðindunum: 

 

26052023_Bjarni_Hammer_til__net

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. juni
Morgunlestur leygardagur 10. juni 2023
158013
Fríggjadag 9. juni
Vikuskiftið 9 juni 2023
158294
Fríggjadag 9. juni
Góðan morgun, Føroyar 9. juni 2023
158264
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. juni
Veðrið
158291
Mikudag 7. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
158141
Týsdag 6. juni
Veðrið
158130
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917