Uttanlandsnevndin viðger samstarvið við Russland í dag

26.05.2023 - 08:16
AktueltPolitikkur
Uttanlandsnevndin viðger samstarvið við Russland í dag
Fyrrapartin fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at ráðføra seg við uttanlandsnevndina
Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini. Hann sigur, at nevndin fer at svara landsstýrinum í málinum um samstarvið við Russland í næstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Klokkan tíggju fyrrapartin fer uttanlandsnevndin hjá løgtinginum at viðgera frágreiðingina hjá landsstýrinum um føroyska samstarvið við Russland.

Við frágreiðingini er tilmæli um, hvat landsstýrið ætlar at gera við samstarvið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.

Hann sigur, at í samgonguni er semja um tað, sum landsstýrið ætlar.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Svara í næstu viku

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur biðið um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vera við í ráðførsluni í dag.

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, væntar, at Høgni Hoydal fær svar frá nevndini í næstu viku.

Skal fiskivinnusamstarvið við Russland broytast ella steðgast, skal løgtingið samtykkja tað. 

Tí skal landsstýrismaðurin í løgtingið við lógaruppskoti um tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Fríggjadag 2. juni
Góðan morgun Føroyar 02.06.2023
157832
Fríggjadag 2. juni
Morgunlestur fríggjadagur 2. jun i2023
157631
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. juni
Veðrið
157861
Hósdag 1. juni
Lítli Petur
157808
Týsdag 30. mai
Veðrið
157705
Mánadag 29. mai
Rekamaðurin á Hellunum
75858