Túsundtals fólk flýggja undan skógareldi í Kanada

30.05.2023 - 09:09
AktueltÚtheimurin
Túsundtals fólk flýggja undan skógareldi í Kanada
Í gjár vóru skógareldar í átta av 13 landpørtum í Kanada
Sløkkilið hava framvegis ikki tamarhald á skógareldunum í Kanada.
Mynd: Reuters  
 

Fleiri hundrað skógareldar herja í Nova Scotia-landspartinum har eysturi í Kanada.

Fleiri enn 16.000 fólk er flýdd frá húsum í býnum Halifax.

Sløkkilið hava framvegis ikki tamarhald á eldunum, men eldurin hevur ikki breitt seg, síðani undantaksstøða var lýst seint í gjárkvøldið.

Eingin fráboðan er um fólkaskaða, men sjónvarpsmyndir vísa stór roykskýggj og fleiri hús og bilar, sum eru kolað upp.

 

Vandi framvegis á ferð

- Síðani í gjár hevur ikki verið neyðugt at víðkað um økið, har fólk mugu flytast burtur, og tað kann vera ábending um at støðan er óbroytt. Men vandi er framvegis á ferð, sigur Mika Savage, borgarstjóri í Halifax. 

Í býnum búgva 430.000 fólk.

Sambært myndugleikunum, er neyðugt við nógvum regni fyri at fáa tamarhald á skógareldunum í Nova Scotia, men útlit eru ikki fyri regni næstu dagarnar.

Í gjár vóru skógareldar í átta av 13 landpørtum í Kanada, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262