Kommunulæknafelagið vil hava skipað viðurskifti á læknavaktini

31.05.2023 - 13:17
AktueltHeilsa
Kommunulæknafelagið vil hava skipað viðurskifti á læknavaktini
Kommunulæknarnir eru sinnaðir at taka telefonina á 1870, men kravið er, at skipanin riggar, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum
Marjus Dam er formaður í Kommunulæknafelagnum
 

- Læknavaktin hevur ligið í sáttmálaloysi í meira enn tvey ár, og viðurskiftini hjá læknavaktini eru óskipað.

Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum. 

Kommunulæknafelagið boðaði frá, at nummarið 1870 skuldi gevast í morgin 1. juni, men í morgun riggaði ikki at ringja til læknavaktina.

Sambært Marjusi Dam er telefonskipanin 1870 sera óstøðug.

Kommunulæknafelagið er sinnað at taka telefonina á 1870, men tá krevst, at skipanin riggar, sigur Marjus Dam.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

31052023_Marjus_Dam_


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Mánadag 4. desember
Norðurljóð 4.desember
166874
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740