Mette Frederiksen til Grønlands í næstu viku

31.05.2023 - 16:33
AktueltPolitikkur
Mette Frederiksen til Grønlands í næstu viku
Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður eisini á fundinum í samstarvsráðnum, har Danmark, Føroyar og Grønland eru umboðað
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer til Grønlands, tá hon hevur hitt amerikanska forsetan í Hvítu Húsunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fer til Grønlands í næstu viku, eftir at hon mánadagin hevur vitjað amerikanska forsetan, Joe Biden, í Hvítu Húsunum í Washington.

Danska kringvarpið skrivar, at Mette Frederiksen fer at tosa um trygdarpolitikk við uttanríkis-, trygdar- og erjupolitiska samstarvsráðið.

Tað er eitt ráð, sum danska stjórnin og føroysku og grønlendsku landsstýrini manna.

Tey fara millum annað at tosa um Arktis og um geopolitiska týdningin í Norðuratlantshavi, sigur forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður eisini á fundinum í samstarvsráðnum í Grønlandi í næstu viku. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Harðrendu álopini hjá Russlandi seta dám á allan heimin, og trygdarpolitiska støðan er púra broytt. Vit skulu ansa eftir, at hetta ikki fer at ávirka Arktis, sigur Mette Frederiksen.

Tey fara eisini at umrøða Nato-toppfundin í Vilnius, sum verður í juli,  og verjusemjuna, sum skal gerast.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, vera eisini á fundinum í Grønlandi í næstu viku. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. september
Við Tórði á túri á oynni Egholm
163270
Mánadag 25. september
Norðurljóð 25.september 2023
163308
Mánadag 25. september
Einki eitur voksin ella voksið
163281
Mánadag 25. september
Biit 22. sept. 2023
163279
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865