- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka ikki støðu til fiskiveiðisamstarvið fyrr enn í heyst
01.06.2023 - 10:20
Aktuelt›Politikkur
Taka ikki støðu til fiskiveiðisamstarvið fyrr enn í heyst
Landsstýrið hevur í løtuni tíðindafund á Viðareiði um tiltøk móti Russlandi

Russisk skip hava umskipað umleið 400.000 tons í føroyskum havnum, var upplýst á tíðindafundinum a Viðareiði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Landsstýrið fer ikki at taka støðu til fiskiveiðisamstarvið við Russland í 2024 fyrr enn í heyst, væntandi í september.
Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundi á Viðareiði fyri løtu síðani.
Men umfatandi havnarstongsil verður settur í verk sum skjótast.
Senastu tíðina hava russisk skip umskipað umleið 400.000 tons í føroyskum havnum, hóast tey bara kunnu fiska umleið 100.000 av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
Men við tiltøkunum, sum nú verða sett í verk, sleppa russisk skip bara at umskipa tað, sum loyvt er at fiska sambært fiskisrættindaavtaluni.
Tað merkir, at umskipanin í føroyskum havnum minkar niður í ein fjórðing, var upplýst á tíðindafundinum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV