Treytað fongsulsrevsing og samfelagstænasta í 40 tímar

01.06.2023 - 09:28
Aktuelt112
Treytað fongsulsrevsing og samfelagstænasta í 40 tímar
Tveir dreingir eru dømdir fyri at hava felt ein mann í miðbýnum í Havn 24. apríl í fjør
Dreingirnir noktaðu seg sekar í rættinum. Teir hildu uppá, at maðurin var dottin. (Savnsmynd)
 

Tveir dreingir eru í Føroya rætti dømdir fyri harðskap í miðbýnum í Havn.

Dómurin er 20 daga treytað fongsulsrevsing og samfelagstænasta í 40 tímar.

Teir eru dømdir fyri at hava felt ein mann í miðbýnum í Havn sunnunáttina 24.apríl í fjør.

Tann álopni langaði nakkan í vegin og fekk eisini ilt í økslina.

Tann órættaði var pensjónistur, sum savnaði tómar fløskur í býnum. 

 

Noktaðu seg sekar

Hann segði, at dreingirnir høvdu argað seg tríggjar ferðir hesa náttina. Hann segði, at teir til endans hildu seg og syftu seg niður í vegin.

Dreingirnir noktaðu seg sekar. Teir hildu uppá, at maðurin var dottin.

Tveir aðrir dreingir vóru eisini ákærdir í hesum máli, men ákæruvaldið bað um, at teir blivu frídømdir, tí prógvini móti teimum vóru ikki nóg góð.

Krav var eisini sett fram um at rinda 6.000 krónur í endurgjaldi fyri brillur og fyri viðgerð hjá fysioterapeuti.

Men Føroya rættur góðtók ikki kravið. Tað var víst til sivilt rættarmál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262