Blinken: Svøríki fær Nato-limaskap í summar

02.06.2023 - 08:18
AktueltÚtheimurin
Blinken: Svøríki fær Nato-limaskap í summar
Amerikanski uttanríkisráðharrin er bjartskygdur svenska limaskapin í verjusamgonguni
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er vísur í, at Svøríki verður innlimað í Nato fyri Nato-fundin í Vilnius hálvan juli.

Tað segði Blinken á tíðindafundi í sambandi við fundin, sum uttanríkisráðharrarnir í Nato-londunum høvdu í Oslo í gjár.

- Og á tí fundinum kann Ukraina eisini rokna við stórari hjálp, segði hann.

Blinken segði eisini, at USA fer at byggja ein lítlan, diplomatiskan bygning í norðurnorska býnum, Tromsø.

Sambært Blinken fer hesin bygningur at vísa á diplomatisku hjáveruna hjá USA við norðurpólskringin.

Í dag hittir Blinken finska forsætisráðharran, Sannu Marin, og uttanríkisráðharran, Pekka Haavisto. 

Tey skulu m.a. tosa um uttanríkis- og trygdarmál, russiska kríggið í Ukraina og viðurskifti, sum hava við Nato at gera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740