Bakkafrost: Færri íløgur í Føroyum, fleiri í Skotlandi

06.06.2023 - 08:20
AktueltVinna
Bakkafrost: Færri íløgur í Føroyum, fleiri í Skotlandi
Íløgurnar í Føroyum minka úr 12 krónum fyri kilo niður í sjey krónur, men í Skotlandi fara tær upp í 14 krónur. Orsøkin er tøkugjaldið, sigur alifyritøkan
Bakkafrost sigur, at tøkugjaldið hevur væntandi við sær minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. 
 

Lívfiskastøðin, sum ætlanin var at byggja í Skálavík, er tikin úr íløguætlanini, og grundarlag er ikki fyri at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum.

Íløgurnar í Føroyum minka, men fleiri íløgur vera gjørdar í Skotlandi. 

Hetta ger nýggja tøkugjaldið, sigur Bakkafrost, sum í dag hevur kapitalmarknaðardag í Skotlandi, har millum annað íløguætlanin fyri 2024-2028 verður løgd fram. 

Íløgurnar í Føroyum minka úr 12 krónum fyri kilo niður í sjey krónur, men í Skotlandi fara tær upp í 14 krónur.

Íløgur fyri 6,3 milliardir krónur vera gjørdar frá 2024 til 2028.

355 milliónir krónur eru settar av til grønt orkuskifti.

 

Ætlanin er at gera fleiri íløgur í Skotlandi, m.a. í nýtt góðskingarvirki.

 

Minni virksemi á Glyvrum

Bakkafrost sigur eisini, at tøkugjaldið hevur væntandi við sær minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. 

Tí er ikki grundarlag fyri at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum.

Í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi, sigur Bakkafrost.

Ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini.

Í staðin verða nógv minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk. 

 

Smoltstøð í Ónavík ella Skálavík

Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð.

Íløgur, sum longu eru byrjaðar, vera gjørdar lidnar, millum annað útbyggingin á Havsbrún.

Bakkafrost hevur leingi ætlað út á opið hav at ala og søkti longu í 2020 um loyvi at ala á opnum havi í Føroyum. 

Havalingin er ikki við í íløguætlanini 2024-2028. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262