Noyðast at gjalda, áðrenn fylt verður á tangan

07.06.2023 - 13:21
AktueltSamfelag
Noyðast at gjalda, áðrenn fylt verður á tangan
Stjórin í Effo sigur, at tað kemur fyri at kalla hvønn dag, at bilførar, sum keypa brennievni, fara avstað uttan at gjalda
Hjá Effo á Argjum má gjaldast fyri brennievnið, áðrenn fylt verður á tangan. (Savnsmynd)
 

Á bensinstøðini á Argjum roynir Effo í løtuni eina skipan, har bilførarar mugu gjalda fyri brennievnið, áðrenn teir fylla á bilin. 

Sambært stjóranum í Effo kemur tað fyri mestsum hvønn dag, at bilførarar fylla brennievni á bilin og fara avstað uttan at hava goldið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07062023_Gunnar_Nielsen

 

Gunnar Nielsen er stjóri í Effo.

 

Gunnar Nielsen vísir á, at á øllum støðunum hjá Effo eru framvegis tríggir hættir at gjalda: Við Effo-appini, við gjaldskorti og Effo-korti við pumpuna, og við at gjalda inni á støðini. Við appini verður eisini goldið, áðrenn fylt verður á.

Finn Jakobsen, stjóri í Magn, sigur í stuttari viðmerking, at sum nú er hevur Magn ongar ætlanir um at krevja gjald, áðrenn fylt verður á.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. november
RagnarRokk 30. november 2023
165695
Hósdag 30. november
RagnarRokk: Chris Vos um The 4th Album
165691
Hósdag 30. november
RagnarRokk: CC McKenna um Initation
165692
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469