Kanningarstjórin mælir til, at løgtingið átalar Jacob Vestergaard

12.06.2023 - 13:57
AktueltPolitikkur
Kanningarstjórin mælir til, at løgtingið átalar Jacob Vestergaard
Ken Nónklett sigur í niðurstøðuni, at fyrrverandi landsstýrismaðurin breyt fyrisitingarsið, tá kvotur vóru útlutaðar
Ken Nónklett, kanningarstjóri, tá hann legði kanningarúrslitið fram.
Mynd: Gestur J. Lómstein  
 

Jacob Vestergaard breyt góðan fyrisitingarsið, tá ið hann drálaði við at viðgera umsóknirnar um útluting av kvotu, tá ið hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Tað er niðurstøðan hjá Ken Nónklett, kanningarstjóra, sum fyri løtu síðani legði fram kanningina, sum hann hevur gjørt um embætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður.

Talan er um brot á grein 5 stk. 1 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna, sum ásetur at: Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Frágreiðingin er 200 blaðsíður.

Ken Nónklett mælir løgtinginum til at samtykkja, at Jacob Vestergaard fær eina átalu.

Hoyr samrøðu, sum Elin Mirjamsdóttir gjørdi við Ken Nónklett, kanningarstjóra, um úrslitið av kanningini:

 

12062023_Ken_Nonklett_um_kanningarurslitid

 

Gestur J. Lómstein tók myndirnar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Leygardag 2. desember
TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999
166816
Leygardag 2. desember
Plátupanelið #013 (2013)
166831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740