Blinken og Gang avtalað at hittast aftur

19.06.2023 - 09:06
AktueltÚtheimurin
Blinken og Gang avtalað at hittast aftur
Kinesiski uttanríkisráðharrin sigur, at Taivan er sjálvur kjarnin í kinesiskum áhugamálum, og er eisini størsta vandamálið í viðurskiftunum millum Kina og USA
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur hitt kinesiska starvsbróðurin, Qin Gang, í Beijing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er í hesum døgum á almennari vitjan í Kina, og í gjár hevði hann fund við kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang, í Beijing. 

Á fundinum, sum vardi hálvan sætta tíma, gjørdi Qin Gang greitt, at Taivan er sjálvur kjarnin í kinesiskum áhugamálum, og er eisini størsta vandamálið í viðurskiftunum millum Kina og USA.

Eisini var semja gjørd um at økja handisligu flogferðsluna millum londini bæði.

Báðir uttanríkisráðharrarnir søgdu, at talan hevði verið um eina opna og konstruktiva samrøðu teirra millum, og at tørvur er á støðugum viðurskiftum millum Kina og USA.

Tí hava teir báðir avtalað at hittast aftur í Washington. Enn er tó ikki ásett, nær tað verður, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740