- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimaflotin: Stuðul kann vera ein møguleiki
21.06.2023 - 13:52
Aktuelt›Politikkur
Heimaflotin: Stuðul kann vera ein møguleiki
Limir í vinnunevndini vóru í Breddanum fyrrapartin

Fleiri áhugafeløg í fiskivinnuni hava gjørt vart við, at vandi er fyri, at heimaflotin fer fyri bakka. (Savnsmynd)
Stuðul til heimaflotan, so hann kann koma fyri seg aftur, er ein møguleiki, hildu tríggir av fýra limum í vinnunevndini, sum vóru í Breddanum fyrrapartin.
Annika Olsen úr Tjóðveldi, Erhard Joensen um Sambandsflokkinum og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, halda tað vera í lagi at stuðla flotanum, sum í løtuni er í kreppu, at fóta sær aftur.
Hinvegin er Karlot Hergeirsson úr Framsókn ímóti at stuðla virksemi, tí tað ikki ber seg.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21062023_Heimaflotin
Allur Breddin kann hoyrast her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV