Jákup Sverri kannað yngul og æti

04.07.2023 - 08:43
AktueltSamfelag
Jákup Sverri kannað yngul og æti
Nøgdin av toskayngli á landgrunninum var yvir miðal, og fyri hýsu var talið metstórt
Jákup Sverri hevur kannað yngul og æti á landgrunninum og á Føroyabanka.
 

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á landgrunninum og Føroyabanka í juni.

Úrslitini frá landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli var yvir miðal samanborið við onnur ár, hóast tað er ymiskt fyri ymsu fiskasløgini, skrivar Havstovan. 

Nøgdin av toskayngli var yvir miðal, fyri hýsu var talið metstórt, fyri nebbasild um miðal og fyri hvítingsbróður undir miðal.

Støddin á ynglinum var áleið tann sama sum í fjør, tó undir miðal fyri øll fiskasløgini, tá hugt var at øllum tíðarskeiðnum frá 1983 til 2021.

Nógv ymisk fiskayngul vóru fyri fyrstu ferð skrásett á hesum túrinum, m.a. makrelyngul, gestfiskayngul og havállayngul.

Nøgdirnar av plantuæti á landgrunninum vóru um miðal. Sum heild var lítið av djóraæti inni á landgrunninum. Á Føroyabanka var sera lítið av djóraæti, skrivar Havstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Mánadag 4. desember
Norðurljóð 4.desember
166874
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740