Færri vilja lesa námsfrøði

08.07.2023 - 12:20
AktueltSamfelag
Færri vilja lesa námsfrøði
Lønarviðurskifti og arbeiðsumstøður eru orsøkin, heldur formaðurin í Pedagogfelagnum
Bara 46 hava søkt um at lesa námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Lítil løn og strævnar arbeiðsumstøðurnar eru orsøkin til, at færri vilja lesa námsfrøði.

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. 

Fleiri lestrarpláss hava ikki hjálpt upp á støðuna.

 

Jógvan Philbrow er formaður í Pedagogfelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jógvan Philbrow heldur, at størri áhugi hevði verið fyri útbúgvingini, um tey eldru, sum longu arbeiða á økinum, høvdu havt betri fíggjarligar umstøður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06072023_Namsfrodingar

 

46 umsóknir um námsfrøði

Fróðskaparsetrið fekk 389 umsóknir um lestrarpláss í 2023.

340 teirra eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vóru bodnar út í ár.

48 hava søkt um masterútbúgving, og ein hevur søkt um hjánám í føroyskum.

99 hava søkt um sjúkrarøktarfrøði.

52 vilja vera lærari, tey vóru 64 í fjør og 75 í 2021. 46 hava søkt um námsfrøði.

Og 58 vilja sleppa at lesa løgfrøði.

Fróðskaparsetrið bjóðar eisini nýggja masterútbúgving í dátuvísindum. Har eru 16 umsóknir.

Fróðskaparsetrið sigur, at allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10.juli.

Í fjør søktu 392 um lestrarpláss á Setrinum. 

Samanborið við 2021 minkaði umsóknartalið 13,8 prosent. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248