Byggja taravirki í Norðragøtu

16.07.2023 - 14:00
AktueltVinna
Byggja taravirki í Norðragøtu
Ocean Rainforest ætlar at byggja klekingarstøð og royndarstovu á havnarlagnum
Meira skal fáast burtur úr taranum, ætlar Ocean Rainforest. (Mynd: Ocean Rainforest)
 

Eysturkommuna hevur lagt øki á havnarlagnum í Norðragøtu av til taravirki hjá Ocean Rainforest, sum hevur ætlanir um klekingarstøð og tilhoyrandi royndarstovu.

Taravirkið hevur fingið tilsøgn um økið í eitt ár.

Í fyrsta umfari verða tvær høvuðsframleiðslurásir.

 

Ocean Rainforest hevur í løtuni virksemi í Kaldbak, men nú er ætlanin at byggja nýtt virki í Norðragøtu (Mynd: Ocean Rainforest)

 

Onnur fer at turka taran og mala hann til mjøl, og hin fer at súrga taran til mat- og fóðurmarknaðin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

14072023_Ocean_Rainforest


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Leygardag 2. desember
TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999
166816
Leygardag 2. desember
Plátupanelið #013 (2013)
166831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740