Fylla út til nýggjar oljutangar í Søldarfirði

21.07.2023 - 13:12
AktueltSamfelag
Fylla út til nýggjar oljutangar í Søldarfirði
Av tí at tangarnir eru krígsminni, skulu byggjast nýggir tangar í staðin
Gomlu oljutangarnir í Søldarfirði hava verið í brúki síðani í 1943, tá ið bretska hersetingarvaldið hevði bygt teir.
 

Runavíkar kommuna er farin undir útfyllingina í Søldarfirði, so klárt verður hjá oljufeløgunum báðum, Effo og Magn, at byggja nýggjar oljutangar har.

Teir gomlu oljutangarnir í Søldarfirði hava verið í brúki síðani í 1943, tá ið bretska hersetingarvaldið hevði bygt teir.

Føroya Løgting eigur gomlu tangarnar, og hevur síðani kríggið leigað teir út til fyrst Føroya Oljusølu og síðani Esso, Statoil og nú seinast Effo.

Sum skilst, hevur Magn eftir avtalu eisini brúkt úr tangunum, og fylt á aftur í sama mun.

 

Krígsminni

Av tí at tangarnir eru krígsminni, skulu byggjast nýggir tangar í staðin, og hetta hevur verið ávegis í fleiri ár.

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, váttar fyri Útvarpinum, at felagið fyrireikar megingoymslu í Søldarfirði, og sum skilst, gongur Magn við somu ætlanum.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at farið er undir útfyllingina nú, tí økið má sleppa at standa í eina rúma tíð, áðrenn tangarnir verða settir á tað.

Talan verður helst um tríggjar ella fýra tangar til hvørt oljufelag. Tí er útfyllingin heldur størri og røkkur longur út, enn upprunaliga var ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Leygardag 2. desember
TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999
166816
Leygardag 2. desember
Plátupanelið #013 (2013)
166831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740