Bara føroyskir skattgjaldarar sleppa ókeypis út á Kallin

25.07.2023 - 16:29
AktueltSamfelag
Bara føroyskir skattgjaldarar sleppa ókeypis út á Kallin
Ætlar tú tær út at síggja flotta vitan á Kallinum ella gravsteinin hjá James Bond, so kostar tað nú 200 krónur, uttan so, at tú ert føroyingur og skattgjaldari í Føroyum
Nú er ikki longur ókeypis hjá øðrum enn føroyskum skattgjaldarum at ganga út á Kallin á Kalsoynni. Gjaldsmóttøka er sett upp.
Mynd: úr Spískamarinum  
 

Ein gjaldsmóttøka er sett upp aftur fyri ókeypis ferðing út á Kallin at síggja vakra vitan og staðið, har James Bond lat lív.

Bara teir føroyingar, sum gjalda skatt í Føroyum, sleppa ókeypis út á Kallin, nú móttøkustøð er sett upp á Trøllanesi.

Sigur Jóhannus Kallsgarð, bóndi, sum eisini rekur Visit Kallur.

"Trupulleikin er, at ferðafólkastreymurin er alt ov illa skipaður, og tað órógvar alt ov nógv. Fólk ganga og mala í eyst og vest og órógva bæði fugl og landbrúk," greiðir Jóhannus Kallsgarð frá. 

250723_Johannus_Kallsgard

 

Spískamarið var og vitjaði í Trøllanesi og úti á Kallinum í 2021 í sambandi við røðina "Í bø eg gangi", haðani hesar flottu myndirnar stava.

Spískamarið í Trøllanesi kann síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248