Mælir til áleggja samhandilsskyldu um olju

29.07.2023 - 11:36
AktueltVinna
Mælir til áleggja samhandilsskyldu um olju
Kappingareftirlitið hevur mælt politiska myndugleikanum til at áleggja oljufeløgunum eina samhandilsskyldu til smásøluliðið
Tvey oljufeløg eru, men tað triðja er á veg.
 

Kappingareftirlitið hevur mælt politiska myndugleikanum til at áleggja oljufeløgunum eina samhandilsskyldu til smásøluliðið.

Tað ásannar, at íløgur til at byrja virsemi á oljumarknaðinum kosta so nógv.

Tí eru átøk neyðug, sum kunnu stimbra møguleikan hjá nýggjum fyritøkum á oljumarknaðinum at byrja  smásølu.

Kappingareftirlitið sigur, at tað er í lagi, at smápartafelagið frá 27.juni 2007 keypir partabrøvini hjá íslendska felagnum Skel fjárfestingarfélag í Orkufelagnum, sum eigur oljufelagið Magn.

Talan er um 48,25 prosent.

Nýggj lóg gevur møguleikar

Keypið er ikki brot á kappingarlógina, siga Kappingareftirlitið og Kappingarráðið.

Men fær 27.juni 2007 í framtíðini ræði á Effo ella Magni, so er talan um ræðisbroyting, sum kappingarmyndugleikin skal góðkenna, sigur Kappingareftirlitið.

Kappingarmyndugleikin kann í tílikari viðgerð áleggja treytir, sum forða fyri møguligum skaðiligum avleiðingum á kappingina um oljusøluna.

Kappingareftirlitið sigur, at nýggja kappingarlógin, sum kom 30.mai í ár, gevur Kappingareftirlitinum styrktar revsiheimilidir.

Tær hava tálmandi ávirkan á hugin hjá fyritøkum at samskipa sína atferð á marknaðinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248