Ítróttahallir fara at hava opið frá morgni til myrkurs

23.08.2023 - 15:20
AktueltSamfelag
Ítróttahallir fara at hava opið frá morgni til myrkurs
Royndarverkætlanin fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði
Ítróttahøllin á Hálsi er ein av hallunum, sum fer at hava opið frá klokkan sjey á morgni til midnátt.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 

Fýra ítróttahallir í Tórshavnar kommunu fara nú at hava opið frá klokkan sjey á morgni til midnátt, allar dagar í vikuni.

Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum, sigur Tórshavnar kommuna.

 

Stongdar tríggjar vikur

Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar bert verða stongdar tríggjar vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar halgidagar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22, og stundum til kl. 23, eisini um vikuskiftið.

 

Kunningarskíggjar

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, sigur kommunan,  og nú verður upplatingartíðin longd til kl. 24.

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin.

Á heimasíðuni ítrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740