Samráðast um norðhavssild og makrel í september

25.08.2023 - 09:43
AktueltPolitikkur
Samráðast um norðhavssild og makrel í september
Allir fundir verða í London
Samráðingar um nýtt býti av norðhavssildini verða 6 og 7. september.
 

Farið verður undir samráðingar millum strandarlondini fyrst í september, skrivar felagið Nótaskip á heimasíðu síni.

Lagt verður fyri við at samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssildini. Tær samráðingarnar verða 6. og 7. september.

Síðst í september verða so samráðingar um eitt nýtt makrelbýti.

Eftir at ICES er komið við einum tilmæli fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri næsta ár, verður farið undir regluligar strandalandafundir í oktober, tá tvær vikur eru settar av til samráðingar.

Allir fundirnir verða í London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. desember
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
166838
Sunnudag 3. desember
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
166318
Leygardag 2. desember
TEMAPLÁTAN: 'Supernatural', Santana, 1999
166816
Leygardag 2. desember
Plátupanelið #013 (2013)
166831
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740