Nunnurnar gevast í Føroyum

31.08.2023 - 10:29
AktueltSamfelag
Nunnurnar gevast í Føroyum
Vantandi orka ger, at fransiskanarasystraskipanin heldur uppat 1. juni næsta ár
Mariukirkjan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

- Tað er við sorg og trega, at vit boða frá avgerðini, sum katólski biskupurin í Keypmannahavn og katólski felagsskapurin í Føroyum hava tikið.

Tað stendur í tíðindaskrivi frá fransiskanarasystraskipanini, sum nú verður tikin av. 

Væntandi orka ger, at skipanin heldur uppat 1. juni næsta ár, sigur Sister Laetitia Chevallier í tiðindaskrivinum.

 

Fransiskanarasystraskipanin hevur verið í Føroyum síðani 1931, men næsta summar heldur skipanin uppat. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fransiskanarasystraskipanin hevur verið í Føroyum síðani 1931.

"Fjarstøðan til landspartin í starvsøkinum er møtimikil, og tvørleikarnir at fáa innfararloyvi, noyða okkum at taka torførar avgerðir. Vit mugu tí ásanna okkara væntandi orku at standa fyri felagsskapinum eftir 1. juni í 2024," stendur í tíðindaskrivinum. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. desember
Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)
166952
Týsdag 5. desember
Breddin: Burðartalið
166941
Týsdag 5. desember
Góðan morgun Føroyar 05. desember
166937
Týsdag 5. desember
Morgunlestur týsdagur 5. desember 2023
166846
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. desember
Møti úr Ebenezer
166844
Fríggjadag 1. desember
Veðrið
166815
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740