- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísland: Vinnan skal rinda 630 milliónir í tilfeingisgjaldi
13.09.2023 - 08:44
Aktuelt›Vinna
Ísland: Vinnan skal rinda 630 milliónir í tilfeingisgjaldi
Alivinnan skal rinda 110 milliónir og fiskivinnan 520 milliónir

520 milliónir krónur verða kravdar frá fiskivinnuni næsta ár. (Mynd: Morgunblaðið)
Fiskivinnan og alivinnan í Íslandi skulu rinda 630 mió. kr. í okkara pengum í tilfeingisgjaldi næsta ár, skrivar Morgunblaðið.
Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024.
Alivinnan skal gjalda 110 mió. kr. Hinar 520 milliónirnar vera kravdar frá fiskivinnuni.
Hækkar upp í fimm prosent
Tilfeingisgjaldið er hækkað úr 3,5 prosentum upp í fimm prosent.
Gjaldið, sum er lagt á alivinnuna, verður lagt á í stigum, ein sætti partur um árið til 2026, tá fult gjald verður.
Væntað er eisini, at alivinnan veksur næstu árini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV