Regin Jacobsen: Vandi fyri, at 400 fólk missa starvið á Bakkafrosti

18.09.2023 - 18:00
AktueltVinna
Regin Jacobsen: Vandi fyri, at 400 fólk missa starvið á Bakkafrosti
Síðani tøkugjøldini vóru broytt, er virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført
Ivasamt er um tey 300-400 fólkini á virkinum hava nakað arbeiði eftir 1. januar, sigur stjórin á Bakkafrosti. (Savnsmynd)
 

Nýggju tøkugjøldini taka grundarlagið undan virkseminum hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

Ivasamt er um tey 300-400 fólkini á virkinum hava nakað arbeiði eftir 1. januar, sigur stjórin á Bakkafrosti.

Regin Jacobsen sigur, at síðani tøkugjøldini vórðu broytt, er virkið á Glyvrum ikki longur kappingarført.

 

Regin Jaobsen er stjóri á Bakkafrosti.

 

Verður givist at góðska, eru framvegis góðir møguleikar at selja laks heilsan.

Regin Jacobsen sigur, at hann harmast støðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18092023_Bakkafrost_um_virkid_a_Glyvrum

 

Í síðstu viku spurdi Kringvarpið Høgna Hoydal, landsstýrismann, um hann fer at broyta tøkugjøldini aftur. Hann bar seg undan at svara tá.

Í dag hava vit skrivað og ringt til landsstýrismannin, men tað lá ikki fyri at gera samrøðu.

Hann skrivar tó, at málið verður viðgjørt politiskt í løtuni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. september
Søgan um Waylon Jennings (4:6)
163441
Mikudag 27. september
Merking 3. partur
163421
Mikudag 27. september
Góðan morgun Føroyar 27.09.23
163413
Mikudag 27. september
LEITISSTEIN 26.09.2023 (Jógvan Joensen)
163412
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137