Ógreitt hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta

19.09.2023 - 13:32
AktueltPolitikkur
Ógreitt hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta
Landsstýrið hevur trípartasamráð við umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna, veit ikki at siga enn, hvussu nógv 37 tímar arbeiðsvika fer at kosta.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, veit ikki enn, hvat tað fer at kosta at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spurdi, um landsstýrið hevur gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni fer at kosta.

Landsstýriskvinnan svarar, at ymsar útrokningar eru gjørdar við møguligum myndlum fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann fremjast, og hvat kostnaðurin kann verða. 

 

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi, um landsstýrið hevur gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni fer at kosta.

 

Átta fundir

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at endaligu útrokningarnar fyri kostnaðin á ávikavist privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eru enn í umbúnaði. 

Í løtuni er landsstýrið í trípartasamráðnum við umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, og higartil hava verið átta fundir.

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at tað ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin verður, fyrr enn trípartasamráðið  er komið til eina endaliga loysn fyri, hvussu 37 tímar arbeiðsvikan skal setast í verk.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. september
Søgan um Waylon Jennings (4:6)
163441
Mikudag 27. september
Merking 3. partur
163421
Mikudag 27. september
Góðan morgun Føroyar 27.09.23
163413
Mikudag 27. september
LEITISSTEIN 26.09.2023 (Jógvan Joensen)
163412
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137