Føroya Tele fingið 45 milliónir í sektaruppskoti

22.09.2023 - 14:28
AktueltSamfelag
Føroya Tele fingið 45 milliónir í sektaruppskoti
Jan Ziskason, stjóri, er farin frá, men nevndarformaðurin fæst ikki beinleiðis at siga, at sektaruppskotini eru orsøkin
Føroya Tele hevur fingið tvey sektaruppskot upp á tilsamans 45 milliónir kr.
 

Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele.

Føroya Tele hevur tvey sektaruppskot á tilsamans 45 milliónir krónur móti sær, sigur nevndarformaðurin, Bjarni Arnason.

 

Bjarni Arnason er nevndarformaður í Føroya Tele. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hann vil ikki siga, um hetta er orsøkin til, at Jan Ziskasen er farin frá sum stjóri, men nevndarformaðurin sigur, at nú verður "hugt inneftir og frameftir."

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22092023_Bjarni_Arnason

 

Jan Ziskasen hevur verið stjóri í Føroya Tele í átta ár. 


 
 Jan Ziskasen hevur verið stjóri í átta ár, og nú hann er sagdur úr starvi, fær hann, sambært sáttmála, løn í eitt ár.

William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum í Føroya Tele.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. november
Veðrið
166469
Sunnudag 26. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
166281
Sunnudag 26. november
Andakt við Anniku Berg
166280
Fríggjadag 24. november
Veðrið
166248